Teaturbólkur - ung

Ja, nú hava vit Hanus, so nú er tíðin komin at royna okkum við teatur, skemti og leiki. Hanus leiðir eina verkstovu, har teatur av øllum slagi er á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin, roynd sum óroynd - kanska okkurt stuttligt kemur burturúr:)

Verkstovan verður mánadagar frá kl. 20.00 úti í Dávavirkinum. Ikki er neyðugt at tekna seg í fyrstu atløgi, men møti endiliga bara upp og tak eisini fegin onkran við

Fyrsta verkstovan verður mánadagin 7. november kl. 20.00

Byrjar:
30.01.2023 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

22 september
2025
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
23 september
2025
Út-av-húsinum-dagur - børn
Hvønn mánadag fara vit út. Kanska vit ganga ein túr, kanska vit fara á vøllin, kanska vit fara eina útferð ella okkurt heilt annað, men ætlanin er at vera so nógv úti sum møguligt mánadagar
24 september
2025
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum